Nýtt Agape-skeið byrjar í heyst.

Kári Víká l 22 februar 2018

Skeiðið byrjar í september og endar í mai, og hetta tíðarskeiði savnast luttakararnir átta ferðir. Skeiðið verður hildið á Hotel Runavík. Byrjað verður hóskvøld, og skeiðið endar leygardag seinnapart. Íroknað kostnaðin fyri skeiðið er sjálvandi eisini matur og gisting.

Guds treytaleysi kærleiki

Agape Føroyar varð stovnað í 1998. Sjálvt orðið "agape" merkir Guds treytaleysi kærleiki.

Tað byrjaði við, at fólk úr Danmark vóru biðin um at koma higar at hava skeið í sálarrøkt og familjuráðgeving. Hetta ársskeið hevur verið hildið fleiri ferðir síðani, men nú hevur steðgur verið í nøkur ár.

Agape í Føroyum arbeiðir í tøttum samstarvi við Agape í Danmark.

Í endamálsorðingini hjá felagnum verður sagt, at felagið ynskir at fremja umsorganar- og hjálpartænastu á evangeliskum lutherskum grundarlagi. Felagið skal miða ímót, at endamálið verður framt ígjøgnum undirvísing, samtalu, boðan, felagskap og umsorgan.

Agape ynskir at vera har, tá lívið gerst trupult, um orsøkin er trupulleik í parlagnum ella hjúnabandinum, sorg, strongd, lítið sjálvvirði, ótti, happing, tvístøður og so framvegis. Agape hjálpir gjøgnum undirvísing, fyrilestrar, evnisdagar og samrøður við terapeut.

Samskifti er sera týdningarmikið

Ein av teimum mongu sum hava luttikið á skeiði hjá Agape, er Anne Sophie Nordendal í Bø. Hon er nú ein av nevndarlimunum í Agape, og ein av fyrireikarunum til komandi skeiðið.

— Fyri eini 10 árum síðani kom ein faldari inn um hurðina, og tað, sum fangaði meg beinavegin, var heitið: 'Når livet gør ondt'. Eg hugsaði: Hvat er hetta fyri nakað? Eg kendi væl til hetta, at 'livet gør ondt', og tað haldi eg, at fleiri fólk gera, uttan kanska at kunna seta orð á tað. Smaksifti er sera týndingarmikið millum menniskju, øll menniskju og ikki minst millum hjún, sigur hon.

Anne Sophie og maðurin fóru á hetta skeiðið. Tað snúði seg serliga um samskifti og tann týdning, tað hevur. Tað var Steen Palmquist, sum stóð fyri skeiðinum, og allir hinir undirvísararnir vóru eisini danir.

Eitt føroyskt skeið burturav

Skeiðið, sum nú verður lagt til rættis, er føroyskt burturav, og allir undirvísararnir eru føroyingar. SKeiðið er skipað í átta modul, sum byrja í september og enda í mai. Ein undirvísari er til hvørt modulið.

— Umframt undirvísing verður stórur dentur lagdur á 'familju-bólkar'. Tað eru bólkar við eini fimm-sjey fólkum, alt eftir hvussu nógvir luttakarar eru tilsamans, og luttakararnir í hvørjum bólki læra so at samskifta sínamillum og tosa um tað, sum ein og hvør hevur upplivað í lívinum. Tað kann vera eitt sindur ringt í fyrstani, tí fólkini kenna kanska ikki hvørt annað, men so hvørt sum gongd kemur á, finnur tú út av, at øll hava havt onkrar uppilivingar í lívinum, sum tey kunnu siga frá. Og tað verður ein góð smansjóðing í bólkinum. Umframt bólkaarbeiði, so eru eisini allir luttakararnir saman viðhvørt. Fyri meg bleiv lívið lættari av at kunna sita og tosa saman í bólkinum, sigur Anne Sophie.

Ein ferð, sum gongur inneftir

Agape byggir á lutherska evangeliska grundarlagið. Men tað er eingin treyt fyri at luttaka, at tú skal hoyra til eina ávísa kirkju ella samkomu.

— Ume tú ikki følir teg at hoyra til nakrastaðni, so kanst tú eisini vera við og kenna teg væl. Tú verður ikki trýstur til nakað sum helst. Hevur tú til dømis ikki hug at vera við til bøn, so er tað eisini í lagið. Og tað er eisini ymiskt, hvønn tørv fólk hava fyri at tosa og at greiða frá, sigur Anne Sophie.

— Tú skalt ikki koma á Agape og halda, at tú lærir eina rúgvi. Tú kemur á Agape fyri at byrja eina ferð, sum gongur inneftir, og tann ferðin verður ongantíð liðug, leggur hon afturat.

"Íblástur og hjálp til lívið"

Tað eru nógv mest kvinnur á Agape skeiðinum, men nakrir menn eru eisini, og Anne Sophie vónar, at tað koma fleiri menn við hesaferð.

— Vit ætla at bróta upp úr nýggjum tí tað hevur verið steðgur í hesum skeiðunum í fleiri ár. Hilda Viderø og Johannes Johannesen fara at leiða skeiðið. Harafturat verða átta undir-vísarar, sum allir eru føroyingar, sigur Anne Sophie.

Skeiðið hevur heitið "Íblástur og hjálp til lívið". Á skeiðinum verða hesi evni viðgjørd:

  • Meira innlit í egna lív titt
  • Amboð at varða betur um hjúnalagið
  • Samrøðuførleikar og kenslur

Meira er at lesa um skeiðið, og tilmelding, við at trýsta á her

Tey átta modulini eru spjødd yvir alt ári.

Orð: Torfinn Jacobsen

Greinin úr Trúboðin // Nr. 14 // 7. juli 2017