Agape Føroyar
Íblástur og hjálp at liva lívið
Agape hjálpir gjøgnum undirvísing, fyrilestrum, evnisdøgum og samtalum við terapeut.
Skeiðið bjargaði hjúnabandinum

01—03
Agape Føroyar
Um Agape
Orðið "agape" merkir Guds treytaleysi kærleiki
Agape byrjaði sítt virksemi í 1998 tá fólk úr Agape í Danmark vórðu biðin um at koma higar, til Føroyar, at hava ársskeið í sálarrøkt og familjuráðgeving. Hetta ársskeið hevur nú koyrt umaftur í fleiri ár, og hevur verið til gagns og gleði fyri nógv, og ger luttakaran føran fyri at verða ein tilvitaður næsti, í sínum umhvørvi. Umframt ársskeiðið skipar Agape eisini fyri undirvísing og evnisdøgum, bæði einstøk kvøld og vikuskiftir við evnum, sum viðgera okkara kenslulív, og alt hvat tað inniber, bæði við løttum og tungum evnum.


