Stuðla Agape

Fastir gevarar eru gull verdir, tí at tað eru millum annað teir, sum gera, at vit kunna fara út at leita eftir undirvísarum, sum hava ymiska servitan.

Vit eru sera glað fyri tann stuðul, vit fáa. Og tað ger tað eisini lættari at arbeiða, um vit vita umleið, hvat kemur inn um mánaðin. Av somu grund seta vit okkara kontonr. her, so tú, um tú ynskir at stuðla Agape.fo, kanst stovna tær eina fasta flyting mánaðarliga.

Smáar upphæddir hava eisini stóran týdning fyri okkum.

Kontonr. er 9181-449.763.7

Eingangs gávur eru sjálvandi eisini sera vælkomnar.

Henda heimasíðan, sum er eitt sera gott amboð hjá Agape.fo, er gjørd fyri gávupengar. :-)

Tað kann t.d. vera eitt gott evni, tú kundi hugsa tær at hoyrt ein fyrilestur um, og harvið fáa lýst betur.

Tað kann eisini vera, at tú kundi hugsa tær ein evnisdag í tykkara meinigheit, bindiklubba, arbeiðsplássi osv., um okkurt evni tit eru upptikin av. Ella tað kann vera heilt onnur góð hugskot tú hevur.

Øll góð hugskot vera væl móttikin; sendi tey til agape@agape.fo

Tú vælkomin at senda nøkur orð, um tú hevur onkra viðmerking til okkurt tiltak vit hava haft, t.d. evnisdag, fyrilestur ella annað.

Vit hava brúk fyri at fáa konstruktivar eftirmetingar (jaligar og neiligar), so vit kunna gera tiltøkini soleiðis at flest øll fáa okkurt gott burturúr.

Eisini fyri at fyribyrgja feilum, sum vit ikki eru varug við sjálvi.

Send tað á agape@agape.fo