§ 1 Navn felagsins
Navn felagsins er "Felagið Agape" til frama fyri evangelisk lutherska umsorganar- og hjálpartænastu í Føroyum.
§ 2 Endamál
Endamál felagsins er, at fremja umsorganar- og hjálpartænastu á evangeliskum lutherskum grundarlagi. Arbeiði eigur samstundis at virka fyri, at menniskju liva í persónligari trúgv á Jesus sum Harra og Frelsara. Felagið skal miðja ímóti, at endamálið verður framt ígjøgnum undirvísing, samtalu, boðan, felagsskap og umsorgan.
§ 3 Leiðsla felagsins
Stk. 1 Felagið Agape verður stýrt av eini nevnd, við trimum til fimm limum, og tveimum eykalimum. Nevndin hevur dagligu leiðsluna av Felagnum Agape, m.a. fíggjarviðurskiftinum.
Tað áliggur nevndini at ansa eftir, at felagið fylgir endamálinum, og at arbeiði felagsins verður gjørt samsvarandi galdandi viðtøkum.
Stk. 2 Ein til tveir nevndarlimir og ein eykalimur verða valdir av aðalfundinum. Fer limur, valdur av aðalfundinum úr nevndini, kemur hesin eykalimur inn.
Stk. 3 Tveir til tríggjir nevndarlimir og ein eykalimur verða valdir av nevnd felagsins. Fer limur, valdur av nevndini úr nevndini, kemur hesin eykalimur inn.
Stk. 4 Í fýramannanevnd velja aðalfundurin og nevndin hvør sínar tveir limir.
Stk. 5 Bæði nevndarlimirnir, sum verða valdir av aðalfundinum, og teir, sum nevndirn sjálv velur, verða valdir fyri tvey ár í senn, og kunnu veljast aftur, í mesta lagi tríggjar ferð.
Stk. 6 Nevndarvalevnini skulu, áðren tey stilla upp, boða frá, at tey vilja virka samsvarandi § 2 í viðtøkunum. Eitt valevni, sum ikki tekur undir við § 2, kann sostatt ikki góðkennast sum valevni. Valevnini skulu harumframt góðkennast av sitandi nevnd, við atliti til endamál felagsins.
Stk. 7 Nevndin skipar seg á fyrsta fundi aftaná valið, við foranni, næstformanni, skrivara og kassameistara. Skrivari og kassameistari nýtast tó ikki at vera limir í nevndini.
Stk. 8 Nevndin er viðtøkufør, tá íð meiriluti av nevndarlimunum eru hjástaddir á fráboðaðum fundi. Avgerðir verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta. Standa atkvøður á jøvnum, er atkvøða formansins avgerandi.
Stk. 9 Formaðurin ella í minsta lagi tveir nevndarlimir boða frá nevndarfundum, sum eiga at vera í minsta lagi eina ferð um fjórðingsárið.
Stk. 10 Felagið Agape verður umboðað av formanninum, saman við næstformanninum.
Stk. 11 Nevndin kann seta starvsnevnd og lata øðrum uttanfyri nevndina, einstakar uppgávur.
St. 12 Á hvørjum nevndarfundi verður fundarfrásøgn skrivað. Frásøgnin skal góðkennast við undirskrift á næsta vanliga nevndarfundi.
§ 4 Roknskapur og grannskoðan
Stk. 1 Roknskaparárið er frá 01.01 til 31.12
Stk. 2 Roknskapurin skal grannskoðast av tveimum grannskoðarum, sum verða valdir av aðalfundinum.
Stk. 3 Roknskapurin verður lagdur fram á aðalfundinum, til góðkenningar.
§ 5 Ognir og ábyrgdir felagsins
Stk. 1 Nevndin fyri Felagið Agape hevur ábyrgd av, at ognir felagsins verða brúktar samsvarandi § 2 í viðtøkunum.
Stk. 2 Fyri skyldur felagsins, heftir bert tann til eina og hvørja tíð verandi ogn. Hvørki felagið ella nevndarlimirnir hefta persónliga.
§ 6 Aðalfundurin
Stk. 1 Aðalfundurin er ovasti myndugleiki hjá Felagnum Agape.
Stk. 2 Vanligur aðalfundur verður hildin hvørt ár, í februar / mars mánaða.
Stk. 3 Fráboðan um aðalfund verður annaðhvørt send limunum skrivliga, ella sett í alment lýsingarblað, í mesta lagi fýra vikur, og í minsta lagi tvær vikur áðrenn aðalfundin.
Stk. 4 Á aðalfundinum verður fundarstjóri valdur, sum skrivar frágreiðina um viðgerðir og avgerðir aðalfundarinnar.
Stk 5. Skráiná aðalfundinum skal í minsta lagi umfata:
Stk. 6 Uppskot til viðgerðar, umframt valevnisuppskot skulu vera nevndarformanninum í hendi skrivliga, í seinasta lagi tvær vikur undan aðalfundinum. Viðvíkjandi viðtøkubroytingum, sí stk. 1 í § 7
Stk. 7 Atkvøðurætt hava allir limir felagsins, sum eru á aðalfundinum, og sum hava goldið limagjald farna roknskaparár.
Stk. 8 Atkvøðugreiðsla fer fram við at rætta hondina upp, uttan so at ein ella fleiri limir við atkvøðurætti, krevja skrivliga atkvøðugreiðslu.
Stk. 9 Nevndin boðar til eykaaðalfundar, ma., um í minsta lagi 1/3 av limunum við atkvøðurætti skrivliga hevur boðað nevndini frá ynski um tað. Fráboðanin fer fram á sama hátt sum nevnt í stk 3 í § 6.
§ 7 Viðtøkubroytingar
Stk. 1 Uppskot til viðtøkubroytingar skulu kunngerast í seinasta lagi saman við fráboðanini um aðalfund.
Stk. 2 Viðtøkubroytingar kunnu bert fara fram, tá íð í minsta lagi 3/4 av teimum limunum, sum hava atkvøðurætt á fundinum, atkvøða fyri broytingini.
Stk. 3 Viðtøkurnar kunnu ikki broytast soleiðis, at tær stríða ímóti § 2.
§ 8 Avtøka
Stk. 1 Fyri at Felagið Agape kann takast av, krevst í minsta lagi 3/4 av atkvøðunum, á báðum av tveimum aðalfundum á rað, harav seinni aðalfundurin skal vera frábðaður serliga við avtøku fyri eya, við tað at skrivlig kunning um tað frammanundan skal vera send øllum limum felagsins, við atkvøðurætti.
Stk. 2 Við avtøku hevur sitandi nevnd skyldu til at lata hjálparvirksemi, líkasum hesum, sum sæst av endamálsgreinini, ognir felagsins.
Soleiðis samtykt á aðalfundi.