Hanna av Kák Nattestad

Tá eg avgjørdi at tekna meg til skeiðið hjá Agape, Sjælesørgerisk familierådgivning, var tað av teimum góðu viðmælunum fra øðrum, sum høvdu verið á skeiðum. Eg visti ikki,  hvat eg fór til, bert at mær tørvaði hjálp.

Agape er ein Guds gáva!

Uttan iva kann eg skriva nógvar síður um, hvat eg fekk burtur úr Agape 1 og 2. men eg vil bert nevna okkurt, sum hevur broytt mín gerandisdag.

Áðrenn eg luttók í Agape, hevði eg í fleiri ár havt  ringt við at fara út millum fólk. Eg kendi meg ofta óynskta og illa fyri. Tankin um, at ongin tímdi meg, og at eg ikki livdi upp til tað, sum onnur væntaðu av mær, var ótolandi. Hóast ongin visti av hesum, tí eg sjálvandi læt sum onki, so var lívið vorðið eitt stríð og tankin um, at lívið ikki var nakað vert, var eisini ein fylgisveinur í gerandisdegnum. Eg eri ein Jesu lærisveinur og havi verið virkin í samkomuhøpi,  og kortini hevði eg tað so, tíverri.

Men á Agapeskeiðnum var  ørindi í Sálma 8.6  hjá Dávidi kongi ofta endurtikin. Har stendur:  ”tú gjørdi hann nærum til Gud, hevur krýnt hann við dýrd og æru.”

Vit fingu so væl útgreinað, at vit  eru skapt í Guds mynd, og at Gud hevur góðar ætlanir við okkum. At hoyra tað aftur og aftur, broytti mína hugsan um meg sjálva, og hóast eg enn eri í tilgongdini, eri lívið vorðið nógv lættari. Vit  fingu so góð amboð til sjálvhjálp og sjálvleiðslu við at verða hoyrd, sædd og viðurkend.

Eitt,  sum eg stríddist við var, og er til  tiðir enn, neiligt fordømandi tos.

Eitt dømi: Eg eri til eitt tiltak, og ein annar luttakari eri ónøgdur við okkurt. Tað verður tutlað og mutlað, og hvør fer upp í grenjikórið? Eg...ikki bara tað, eg dragi aðrar upplivingar inn og so gongur sangurin so sera væl, fleirræddað.....inntil eg komi heim. Her gongur upp fyri mær, hvat eg havi luttikið í, og solosangurin rungar í høvdinum,  hjartað krympar seg av pínu og sálin ørmaktast í mær. So koma tankarnir: ikki kanst tú tiga, tú segði tað og hitt og  altíd ert tú so og so og so. Jú, eg eri ófør til at fordøma  onnur, men ikki minst meg sjálva. Hetta var ein atvoldin til mína  niðurstøðu, nevniliga, at best er at sita heima.

Her kom Agape eisini inn við hjálp. Hetta at ein ikki skal fara so illa við sær sjálvum. At elska næstan sum seg sjálvan.  Eg lærdi at fyrigeva mær sjálvari og biðja hesa ákærandi røddirnar um at ”halda kjaft” . Tað skal tó sigast, at tað hevur tikið tíð, og eg eri ikki liðug enn, men tað gongur framá. Eg komi nógv út millum fólk nú og eg hvíli í mær sjálvari. At eg eri mildari við meg sjálva, ger, at eg hyggi upp á næstan við mildari eygum.

Forrestin, tað er nóg mikið at koma sum eg eri, eg havi og eri tann eg eri.

Áh ja, tað er so mangt ein kundi tikið fram.

Ein onnur  uppliving sum eg hevði á einum skeiði, minti meg  á eitt annað, sum vit lærdu í Agape:

Vit høvdu hoyrt ein fyrilestur, har talarin var nakað ótýðiligur. Ein luttakari gramdi seg aftaná, og eg hugsaði, at nú mátti eg forsvara hetta. Men so kom eg at hugsa um, hvat vit høvdu lært: eg átti ikki handan trupulleikan, og tískil skuldi eg onki siga, men lata viðkomandi eiga sítt grenj. Eg hugdi og lurtaði og hevði onga viðmerking. Tað var ein lætti at fara  frá samrøðuni og lata viðkomandi eiga sína ónøgd. Eg hevði ikki blást til eldin ella sungið við.


Lívið er vert at liva. Lívið er áhugavert. Gud hevur givið mær góð amboð, so eg havi stríðsvápn til tess at liva eitt sigrandi lív.

Agape er ein gáva, ein pakki við nógvum vápnum og møguleikum. Eg eri sera takksom fyri at eg fekk møguleikan at taka bæði skeiðini saman við fleiri ymiskum menniskjum, sum góvu mær nógv til lærdóms.

Agapefamiljan frá Agape 1 hevur  stóran týdning fyri meg.  Vit hittast 3 til 4 ferðir um árið. Tað er gevandi at hoyra, hvussu tað gongur hjá hinum. Og at kallast familja, ja tað gevur nærleika og umsorgan.

Nevndin í Agape dugdi sera væl at velja lærarar. Steen Palmqvist var og er dugnaligur og fullur í vísdómi. Hann var leiðari av báðum skeiðunum eg var á, tað eri eg takksom fyri.


Í dag tori eg betur  at viðurkenna,  hvør eg eri.  Gud er nøgdur við meg og við Heilaga Andans hjálp kann Gud fáa tað besta eintaki av


Hannu av Kák Nattestad

Við Agapakvøðu.

Eydna Háberg

Skeiðini, sum Agape hevur havt í Føroyum, hava ikki bara havt stóran týdning fyri tey, sum hava luttikið, men tey hava eisini ávirkað samfelagið, tí tey hava viðvirka til, at tað er vorðið í lagi at tosa um kenslur og um sálarrøkt, sum fyrr ikki var vanligt at tosa um.


Sjálv luttók eg á Sálarrøktarskeiði I  2005/2006 og  í Sálarrøktarskeiði II 2006/2007.  Eg havi havt ómetaliga stóra gleði og nyttu av tí, sum eg lærdi, og tað hevur bæði ávirkað meg persónliga og í samskiftinum við onnur.


Einfalda “samrøðan”, týdningurin av at vera nærverandi, og at vísa tí, tú tosar við virðing, so hann kennir seg sæddan, hoyrdan og viðurkendan, var nakað av tí grundleggjandi, vit lærdu, og sum stórur dentur varð lagdur á.
Vit lærdu eisini nógv um okkum sjálv, bæði reaktiónsmynstur, og sterkar og veikar síður. Tað var ógvuliga gevandi at sita í bólkinum, hoyra hvat hini siga og tosa opið um tínar sterku og veiku síður og um, hvussu tú best kanst gagnnýta tær, veri tað seg í gerandisdegnum ella í sambandi við samkomu/kirkju.


At enda vil eg bara siga, at hesi skeiðini vóru ómetaliga góð og gevandi. Eg vil tí  avgjørt viðmæla hesi skeiðini.

Annfinnur Garðalíð

Eg vil fegin greiða eitt sindur frá mínum lívi, og hví vit valdu at fara á skeiðið “SÁLARRØKT OG FAMILJURÁÐGEVING“, sum AGAPE skipaði fyri.

Eg eri uppvaksin í Vestmanna ynsktur av fimm systkjum, vit eru fýra beiggjar og ein systir.  

Míni barnaár vóru góð, og havi eg nógv góð minnir frá tí, at vit spældu í fjørðuni og vóru burtur í haga. Vit spældu eisini nógv spøl millum húsini, okkara felags mótpartur var klokkan. Tá vindeyga í køkinum fór upp, og rópið kom: “kom nú inn klokkan er komin til songartíð”. Tað merktist sum tung fótaspor, at skula bróta tað góða spælið av, fyri at fara í song.

Eg byrjaði í 1. klassa sum seks ára gamal, og mær dámdi sum so væl at ganga í skúla, men hugurin minkaði rættliga skjótt. Sum eg vaks til, varnaðist eg alkoholtrupulleikar í mínum barnaheimi, men hetta hevur nokk virkað ógvusligt í mun til eitt barnasinni, og hvat eitt barn í heila tikið kann rúma. Eg upplivdi nógv ógvusligt upp á allar mátar, og hetta hevur flutt mína persónligheit og mørk rættuliga nógv tann negativa vegin. Eg fór impulsivt úr skúlanum sum 14 ára gamal, og eingin visti  nakað um mína avgerð, men hendan avgerðin var tikin, og hon broyttist ikki, men tað bleiv ein sonn uppgerð heima ímillum meg og pápa mín, men hann skilti nokk, at har var einki at gera.

Eg byrjaði at arbeiða hjá EL-Felagnum SEV, og tað dámdi mær rættuliga væl. Sum 19 ára gamal bleiv eg settur sum arbeiðsformaður fyri einum linjuholdi hjá felagnum.

Tá eg var 15 ára gamal kom eg til persónliga trúgv, og valdi at ganga leiðina sum eg føldi var ein góð og eydnurík leið. Fyrstu árini gekk eg í eini samkomu í Tórshavn. Stutt eftir kom eg at kenna eina damu, sum seinni bleiv kona mín.

Í februar 1988 blivu vit gift, tá var eg 20 ára gamal. Vit fingu ein son sama ár og bygdu hús í Vestmanna. Men longu í 1993 blivu vit sundurlisin, og tað var eitt ræðuligt niðurlag fyri meg. Eg byrjaði at drekka nakað nógv, og seinni gekk tað út yvir arbeiðið og onnur ting eisini.

Líka so impulsivt,sum eg fór úr skúlanum, so gavst eg eisini hjá SEV og fór at sigla sum 27 ára gamal. Tá var eg komin í annað parlag, men heldur ikki hetta gekk, bleiv aftur sundurlisin stutta tíð eftir. Aftur byrjaði eitt nýtt óendaligt niðurlag við nógvum drekkaríi. Eg byrjaði ikki at møta, tá siglast skuldi. Gekk í býnum og mól utta mið ella mál, eg var snøkt sagt farin út av sporinum.

Tann 21. apríl 1998 vaknaði eg á einum plássi sum eg slett og aldeilis ikki kendi. Eg sat í eini leðursofu, hurðarnar rundan um vóru grønar. Eg hugsaði, at hetta er so ikki politistøðin, tí her eru hurðahondtøk innanfyri, eg snaraði mær ímóti vinstu, og har situr ein maður við liðuna á mær, eg kendi hann, hetta var bróðir mín, eg spurdi hann: “Hvar eru vit? Hann svaraði: “Vit eru á Heilbrigdi. “Ok, hví eru vit tað?” spyrji eg hann? “Tí tú vildi tað”.

Eg tók tað avgerð, at eg vildi fullføra eina viðgerð á Heilbrigdið, viðgerðin tók fimm vikur. Meðan eg var í viðgerðini, mátti eg sjálvandi fáa tosa við skiparan, um eg slapp at foseta við skipinum. Hann skilti mína støðu, og segði nakað soleiðis: “Ert tú á Heilbrigdið, so kunna vit tosa saman, tá tú kemur út aftur, men brúka ta tíð, tú hevur brúk fyri.” Tá byrjaði eg viðgerðina.

Meðan eg var í viðgerð, setti eg mær tvey stór mál fyri, men tey vóru upp á sikt. Fyrsta málið var, at eftir at hava verið edrúur, vil eg verða roykfríur, og eftir tvey ár vil eg hava eina útbúgving sum skipari.

Eg sigldi árið út. Síðani tók eg Maretim fyrireikingarskeið maskinskúlanum sum var krav fyri at eg kundi sleppa inn á Vinnuháskúlan. Eg byrjaði á VH á sumri 1999, og tað gekk so nøkulunda. Eftir fyrsta árið bleiv eg total roykfríur, mín fyrsti málsetningur var náddur, og tað var eitt fantastiskt upplivilsi fyri meg. Eg fekk heimaskipara, men bleiv ov stuttur til skipara, so eitt fak hekk eftir hjá mær. Hesa tíðina hevði eg fingið avloysarastarv sum dekkari  og kokkur og onkuntíð sum stýrimaður, eg slapp eisini at royna meg sum skipara ein túr.

Eg hevði eitt so brennandi ynski um at fáa fatur í ein maka, ein sum eg kundi elska og deila lívið saman við, men hvussu kundi eg gera tað? Eg var skildur tvær ferðir, og eg eri stadivekk blaðungur. Tankin um ringar fordómar hekk sum eitt svart skýggj yvir høvdið á mær, og eg ivaðist í, um tað í heila tikið var nøkur vón.

Eg byrjaði at kjatta, og tað var sera spennandi. Har hitti eg eina damu, og vit avtalaðu at møtast. Vit avgjørdu at vera par, og eftir tvey ár blivu vit gift í november 2003.

Men sum hjá teimum flestu, er kærleikans rúsur ikki til at stýra, vit sveimaðu omanfyri allar fjallatoppar, og hildu hond í hond gingu á ljósareyðum skýggjum, og sóu sjálvandi bara stjørnur í eygunum á hvørjum øðrum og pulsurin var omanfyri topp.

Tað bleiv nokso skjótt staðfest stórir trupulleikar í okkara parlagi, vit prøvaðu at reparera, tosa, geva lyftir, men tað helt eina løtu, so var kaos aftur, og tað bleiv heilt galið. Konan bønaði og bað meg um at koma við á eitt skeið, sum AGAPE skipaði fyri, men har fór eg í baklás, eg vildi ikki hoyra talan um nakað sum helst viðvíkjandi terapi. Eg helt, at eg skuldi orduliga takast til samtalu, og simpulthen makka rætt, men eg hevði sjálvandi miskilt okkurt her. Konan græt og illa læt, hon var skjót at vísa kenslur, og hevði upplivað tað, at verða hoyrd, og hildin um, tá hon var kedd, men eg var harður, einki fjas við at gráta, eg hevði mangan fingið at vita, at stórir dreingir gráta ikki. Støðan bara versnaði, og nú var talan um at fara hvør til sítt. Børnini merktu sjálvandi ringu støðuna, og blivu sjálvandi ávirkað so ella so.

Árið eftir í februar ella marsi 2008 hevði AGAPE aftur eitt sovorðið skeið, og aftur her bønaði og bað konan meg um at koma við á eitt tílíkt skeið. Okkara hjúnalag var koyrt í ein harðan knút, sum vit ikki megnaðu at loysa, so eg játtaði at koma við á skeiðið. Eg má bara siga sum er, tað er heilt fantastiskt, sum hetta hevur broytt okkara lív, okkara tankagongd, og okkara holdningar til tað ymiska, sum rørir seg í gerandisdegnum. Undirvísingin var breið, millum annað teknaðu vit við litum. Hetta eg helt bara var fyri børn, men hetta relateraði til bæði barnaár, ungdómsár og vaksnaár eisini. Tað var eisini undirvíst av psykuterapeuti,  í psykologi, sexologi og teologi. Hetta var alt samalt ómetaliga gott, og hetta flutti meg upp á allar mátar. Men tá tað kom til skriftarmál leyp ketan av, tað vildi eg ikki, men konan bað meg skriva meg upp til eina tíð, og at enda so avgjørdi eg at biða um eina tíð til skriftarmál. Tað er tann mest eymýkjandi løtan eg nakrantíð havi upplivað. Presturin og eg fóru innar í eitt rúm, við dupultum hurðum, einki hoyrdist út. Hann byrjaði við eini bøn, las nøkur vers, so kom spurningurin til mín, um eg hevði okkurt at tosa um. Eg føldi hvussu lítil eg bleiv, og visti fullvæl, at eg sleipaði upp á ein svartan skrelliposa, har bara eg slapp at kaða í.

Men eg gav  eftir, og opnaði posan, byrjaði at taka upp úr honum, og niðast lá nakað, sum eg havi gingið og sleipað uppá, og havt fyri meg sjálvan. Hetta er komið fram í dreymum, eg havi havt marruna, men nú føldi eg, at stundin er komin at seta orð á og so opnaði eg totalt upp fyri teimum djúpastu hemmiligheitunum sum bara Várharra og eg vistu um. Hetta endaði við, at bæði presturin og eg sótu og grótu, eg føldi tað soleiðis, at eg bleiv møttur á tí støði, har eg var, hetta var hart, og eymýkjandi, men eisini forloysandi og gott. Eftir skriftarmálið kom ein neyð á meg, og eg vildi tosa við konuna um hetta. Vit fóru uppá í kamarið, og eg segði henni, at eg hevði nakað at tosa við hana. Eg bað hana lova mær, at hon ongantíð brúkti tað ímóti mær, óansæð um vit klandraðust ella ei. Tað lovaði hon, og tað hevur hon hildið.

Tað skal ikki verða nøkur loyna, hetta er eitt heilt fantastiska gevandi og mennandi skeið. Vit havi fingið ein so stóran og góðan amboðskassa heim við okkum, og eg vil staðiliga viðmæla pørum at fara á eitt tílíkt skeið.

Vit eru ósamd um ymist, men vit vita líka so skjótt, at vit vilja verða góð, og halda saman í tunnum og tjúkkum. Vit lærdu eisini, at tá foreldrini hava tað gott og eru lukkulig, smittar tað á børnini, so at tey eisini verða glað og lukkulig.

Til síðst vil eg siga, at best brúktu pengar eru nevnuliga pengar, sum verða brúktir til eitt AGAPE-skeið, og best brúkta tíðin hjá mær er fimm vikur í viðgerð fyri alkoholmistnýtslu.

Les eisini samrøðu ið Trúboðin gjørdi við Anfinn og konu hansara, Mariann.