Um Agape

Agape var stovnað í 1998.

Sjálvt orði "agape" merkir Guðs treytaleysi kærleiki.

Tað byrjaði við, at fólk úr Agape í Danmark vórðu biðin um at koma higar at hava ársskeið í sálarrøkt og familjuráðgeving. Hetta ársskeið hevur nú koyrt umaftur í fleiri ár, og hevur verið til gagns og gleði fyri nógv, og ger luttakaran føran fyri at verða ein tilvitaður næsti, í sínum umhvørvi.

Teir fyrstu luttakararnir vóru so glaðir fyri skeiðið, at teir valdu at seta felagið á stovn í Føroyum.

Umframt ársskeiðið skipar Agape eisini fyri undirvísing og evnisdøgum, bæði einstøk kvøld og vikuskiftir við evnum, sum viðgera okkara kenslulív, og alt hvat tað inniber, bæði við løttum og tungum evnum.

Agape í Føroyum arbeiðir í tøttum samstarvi við Agape í Danmark.

www.agape.dk