Skeiðið bjargaði hjúnabandinum
l 12 juli 2017Fyri átta árum síðani vóru Mariann og Annfinnur Garðalíð á Skála á skeiðið hjá Agape. Tey eru samd um, at tað var ein røtt avgerð, tí skeiðið bjargaði hjúnabandinum.
Mariann og Annfinnur høvdu trupulleikar í hjúnabandinum tá, og Mariann hevði frætt um hetta Agape-skeiðið frá onkrum, sum hon kendi.
— Eg tosaði við Annfinn um hetta, at vit áttu at farið á skeiðið, men hann vildi ikki. Tað var ikki neyðugt, segði hann. Menn so næstu ferð, hetta skeiðið varð hildi, bønaði og bað eg hann koma við, og tá eftirlíkaði hann, sigur Mariann.
Ymiska fortíð og bakland
Tað er so ymiskt, hvussu okkara fortíð er og okkara uppvøkstur og bakland, og soleiðis var tað eisini hjá Mariann og Annfinni.
— Um ein vil tað ella ikki, so takað vit nakað við okkum haðani, so ella so. Tað er har ótilvitað. Uppvøksturin og baklandið hjá Mariann var tað trygga við nógvum kenslum, meðan hjá mær var tað ein rættiliga harður uppvøkstur, og har var ikki tosað um kenslur. Hetta kom meira til sjóndar, eftir at vit vóru gift. Har hon hevur víst kenslur, havi eg verið meira harður og ikki hildið at tað er nakað at gráta ella tosa um. Tí eg havi upplivað tað sum verri er nógv verri. Og hetta skapti nógvar konfliktir hjá okkum og hetta ávirkaði hjúnalagið sera nógv. Ja, vit høvdu veruliga samskiftistrupulleikar, sigur Annfinnur.
Samskifti stóran týdning
Skeiðið var sera gott fyri Mariann og Annfinn. Tað eru bæði samd um.
— Tað eru átta ár síðani, vit vóru á skeiðnum. Eg skal ikki siga, at vit tosa um tað hvønn dag, men tað verður nevnt rættiliga ofta framvegis, ja, hvørja viku. Eisini tá vit tosa við onnur um hetta, eru vit púra opin og siga sum er, tí tað er heilt vist, at vóru vit ikki farin á skeiðið tá, so vóru tað ikki vit bæði í dag, tað eru vit sannførd um, siga tey bæði.
Á skeiðnum varð stóru dentur lagdur á at 'tosa og lurta'. Hetta, at lurta, meðan hin tosa, og ikki bróta av, meðan hin tosar. Og er ein í iva, so at endurtaka, fyri at eingin misskiljing skal vera, áðrenn farið verður víðari.
— Tí er samskifti av størsta týdnini. Og eisini at fáa ósemjur avgreiddar beinavegin og ikki ganga og bøla omaná teimum í langa tíð, siga tey.
Broytti hugsan
Tá undirvíst varð, hevði undirvísarin ofta brúk fyri tveimum sjálvbodnum, sum hann kundi spyrja inn til og samskifta við, um hvat tey vóru ósamd og samd um.
— Tá bjóðaðu vit okkum ofta fram. Tað var nokk so hart, men tað var ein góð hjálp hjá okkum. Og eg havi tað soleiðis, at tað órógvar meg yvirhøvur ikki, hvat hini halda, bara eg kann fáa nakað gott burturúr tí, so er tað tað vert. Tað var eyðmýkjandi, men forloysandi, sigur Annfinnur.
— Longu aftaná ta fyrstu ferðina, vit høvdu verið á skeiðnum, tá dámdi mær ordiliga væl, og mín kritiska hugsan til alt hetta var fullkomiliga broytt. Og eg gleddi meg til næstu ferð, leggur hann afturat.
Skeið fyri øll
Mariann og Annfinnur geva skeiðnum sítt besta viðmæli.
— Øll kunnu fara á hetta skeiðið, bæði einstaklingar og hjún. Fyri okkum var tað ein hjálp í hjúnalagnum, fyri onnur kann tað verða ein hjálp til okkurt heilt annað. Vit halda, at tað er umráðandi, at báðir hjúnafelagarnir fara, tí hetta skeiðið flytur nógv, og er bara annar parturin á skeiðnum, so kann frástøðan gerast størri, tí annar hjúnafelagin stendur í stað, meðan hin flytur teg.
At enda leggur Mariann afturat:
— Tað, at ein hevur tað gott í hjúnalagnum, ger eisini, at ein hevur størri orku til at vera virkin í meinigheitslívinum.
Orð: Torfinn Jacobsen
Greinin úr Trúboðin // Nr. 14 // 7. juli 2017