Fekk nógv góð amboð at arbeiða við

Kári Víká l 12 juli 2017

Eydna Vestergaard Jacobsen í Saltangará er ein av mongum, sum hava verið á skeiði hjá Agape.

— Eg havi altíð havt áhuga í menniskjum, og eg vildi gjarna fáa nøkur amboð at brúka í tí at samskifta við fólk, eisini í samkomuhøpi. Eg kendi einki til skeiðið frammanundan og kendi heldur ongan, sum hevði verið á skeiðnum, men eg tók kjansin, sigur hon.

Eydna sigur, at fyrstu tíðina eftir at skeiðið var liðugt, helt hon seg ikki hava lært so nógv, men sum tíðin gekk, gekk tað meira upp fyri henni, hvussu nógv tað hevði givið henni, og hvussu nógv tað hevði flutt hana.

Gevandi og avbjóðandi

— Jú, eg fekk nógv burturúr, og eg føli enn, at tað flytur meg, tað, sum eg lærdi har. Tað var sera gevandi og spennandi, eisini at arbeiða í bólkum, men tað var eisini avbjóðandi, tí tað vóru púra fremmand fólk, sum eg var saman við, og eg kendi meg viðhvørt at vera úti á djúpum vatni; men tað var sera gevandi. Eisini tað, at vit komu frá fleiri ymiskum samkomum, væntaði eg fór at vera ein avbjóðing, men tað var bara ein styrki, sigur Eydna.

Hon sigur, at tey, sum vóru í bólkinum tá, enn hava nógv samband við hvørt annað og hittast javnan, har tey hava tað gott saman og uppbyggja hvørt annað. Ein veruligur vinskapur

— Á einum slíkum skeiði útleverar tú teg sjálva rættiliga nógv, men tað gera øll hini eisini; tað skapar ein tryggleika, og tú kanst vera, sum tú ert. Og hevur ein sjálvur brúk fyri hjálp, so kann ein altíð tosa við onkran av hinum um tað. Tað er ein tryggleiki, sigur hon.

Læra at lurta

Tað andliga fyllir nógv á skeiðnum, men tað stendur einum og hvørjum frítt, um ein vil vera við til andaktir og bønarløtur.

— Tað er eingin treyt, at tú skal vera virkin innan nakra samkomu, so skeiðið er fyri øll. Bara tú ert í relatión við menniskjur, og tað eru vit øll, so eru har heilt ótrúliga nógv góð amboð at fáa. Tað verður eisini tosað um kenslurnar. Hvat liggur aftanfyri? Kenslurnar eru okey, og tú ert púra normal, hóast tú følir hesar ella hasar kenslurnar.

— Men ein fær avbjóðingar. Tá vit møta menniskjum, sum ikki hava tað gott, so vilja vit fegin hjálpa teimum at loysa trupulleikan; men tú skalt fyrst og fremst læra at lurta. Tú skalt ikki loysa trupulleikan, men tú skalt lurta eftir viðkomandi og vera har viðkomandi er. Tað føldi eg gav mær nógv, sigur hon.

Eydna heldur, at í samkomuhøpi er hetta skeiðið øgiliga gott, og hon vildi ynskt, at tað vóru fleiri frá samkomum, sum fóru.

— Tí ein hevur so ofta brúk fyri at veita sálarrøkt. Tú hittir menniskju, sum hava tað trupult við til dømis sjúku, sorg ella øðrum, og so at tora at vera saman við teimum. Tað hevur hjálpt mær nógv, og tað hevur verið frígerandi fyri meg.

Kann viðmælast

— Eg kann avgjørt miðmæla hetta skeiði. Tað er gott og gevandi. Tað kann vera eitt sindur hart, tí tað er rættiliga persónligt, men tú fært veruliga nøkur amboð at loysa trupulleikar við. Eisini viðvóikjandi hjúnalagnum er hetta skeiðið sera styrkjandi. Fyri mítt viðkomandi fekk maðurin ikki verið við til at alt skeiðið, men hann var við tvey vikuskifti, sigur Eydna at enda.

Orð: Torfinn Jacobsen

Greinin úr Trúboðin // Nr. 14 // 7. juli 2017