Nú er gongd komin á aftur

Maja Jakobsen l 23 juni 2024

Agape.fo er aftur: At takla avbjóðingar í hjúnabandi og uppaling av ungum

Tvey tey fyrstu tiltøkini hjá Agape Føroyar í ár, hava nú verið og nýggj tiltøk eru í væntu. Tann 5. og 9. juni skipaði Agape Føroyar fyri tveimum tiltøkum, familjuni til frama. Hesi tiltøk høvdu til endamáls at styrkja familju- og persónlig sambond. Tey vóru kostnaðarleys og vælvitjaði.

 

Tiltak 1: Avbjóðingar í hjúnabandi

Tann 5. juni varð fyrsta tiltakið, við heitinum “Hjúnabandið, avbjóðingar, freistingar v.m.,” hildið í Lívdini í Hoyvík.  Sálaráðgevin og teologurin Dan Månsson, sum hevur drúgvar royndir í at vegleiða einstaklingar og pør ígjøgnum avbjóðingar í hjúnabandinum, var høvuðsrøðari. Månsson legði dent á týdningarmikil evni sum samskifti, fyrigeving og fíggjarstýring í hjúnabandinum.

“Latið rættin til hevnd fara,” vóru ráðini frá Månsson, og hann legði dent á týdningin av fyrigeving, fyri at varðveita eitt sunt samband. Hann vísti eisini á, at kvinnur fimm ferð so ofta sum menn, biðja um hjúnabandsráðgeving. Skemtiliga legði hann afturat, at tað mundi vera, tí menn høvdu so fáar truppuleikar.

 

Tiltak 2: Avbjóðingar við uppaling av ungum

 

Fýra dagar seinni, tann 9. juni, varð annað tiltakið hildið í KFUM & K í Klaksvík, við heitinum “ At vera foreldur hjá tannáringum.” Hetta tiltak hevði til endamáls at búgva foreldur til betur at skilja, uppala og stuðla teirra ungdómi. Ein avbjóðing sum helst øll foreldur við ungdómi kenna til. Luttøkan var góð, og foreldur nýttu høvið at seta viðkomandi spurningar undir Q&A-sesjónini aftaná fyrilesturin hjá Månsson.

 

Eitt nýtt tíðarskeið fyri Agape

Nevndin í Agape bleiv endurstovna fyrr í ár. Hon vísir við nýggjum ágrýtni stuðul til familju og einstaklingar gjøgnum ymiskar lívsavbjóðingar. Endamálið hjá Agape er ikki bert tiltøk sum hesi, men eisini at veita ymisk sløg av terapiháløtum í framtíðini.

 

Luttøka og framtíðarætlanir

Tann góða undirtøkan og ágrýtna luttøkan í Q&A-sesjónunum vísti á gleðina fyri slíkum tiltøkum. Agape ætlar at halda áfram við at skipa fyri líknandi tiltøkum, sum koma at snúgva seg um ymiskar partar av familjulívi  og leggja dent á tøkan stuðul og vegleiðing til tey, sum hava tørv á tí.

Sum Månsson so stuttligt segði: “Vit vilja fegin hava endurnýggjan, men broyta sjáldan nakað.” Agape er her fyri at hjálpa til við hesi broyting, við at bjóða eitt stuðulsnetverk til tey, ið takast við avbjóðingar í hjúnabandi, uppaling og persónligari menning.

Gleðið tykkum til næstu Agape tiltøkini sum vera í heyst.