Spennandi fyrilestrar í juni mánaða

Maja Jakobsen l 15 mai 2024
  • Dan Månsson
    Dan Månsson

Dan Månsson frá Agape Danmark kemur at halda tveir spennandi fyrilestrar fyrst í juni mánaða.

Mikudagin 5. juni kl. 20.00 verður fyrilestur í Lívdini í Hoyvík, har evni er:  Hjúnarbandið, avbjóðingar, freistingar v.m.

Leygardagin 8. juni kl. 17.00 verður fyrilestur í KFUM&K í Klaksvík, har evni er:  At vera foreldur hjá tannáringum

Fyrilestrarnir eru ókeypis, men høvi verður at lata eina gávu til rindan av útreiðslum. 

Tað verður ein støðgur, har vit fáa ein drekkamunn og kunna práta saman.

Øll eru hjartaliga vælkomin.