Ársaðalfundur 2023

Annfinnur Garðalíð l 1 mai 2023

26. apríl 2023 kl 19:00 var ársaðalfundur hjá Agape í hølunum hjá Føroya Skipara-& Navigatørfelag.

Væl av fólki møtti til fundin, 25 limir.

Virkandi formaðurin Annfinnur Garðalíð las upp formansfrágreiðing, og kunnaði um virksemið felagsins farna árið.

Tað er eingin loyna, at felagið hevur ikki verði virkið síða Covid 19 legði allan heimin lavnan.

Men nú er so ein strika sett í sandin, og vit líta frameftir, og byrja av nýggjum.

Sitandi nevndin tók øll við afturvalið.

Nevndin skipaði seg við Annfinnur Garðalíð sum formanni, Bjarta Petersen sum næstforkvinnu, Eyðgerð Hansen sum kassameistari, Malan Olsen sum nevndarlimur og Alffred Petersen sum nevndarlimur.

Eftir aðalfundi, var fyrilestur við Anette frá Agape DK, hon hevði evni Den skjulte skam. Tað møttu 40 fólk til fyrilesturin.